Russisku álopini á Ukraina helma ikki í, og hóast samrøður eru um frið, leypa russar áhaldandi á grannalandið.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur í morgun, at russar í nátt sendu 420 dronur og 39 rakettir eftir málum í Ukraina.
Tað er serliga undirstøðukervið í Ukraina, sum russar liggja úti eftir, og her er tað serliga orkuveitingin, sum stendur fyri skotum.
Sagt verður úr Ukraina, at fleiri tíggjutals fólk hava fingið løstir í russisku álopunum í tilsamans átta ukrainskum regiónum.
Tað eru nú meira enn fýra ár síðan, at Russland leyp á grannalandið, og higartil hevur tað eydnast russum at taka umleið 20 prosent av ukrainskum landaøki.
Herfyri bórust tíðindini um, at ukrainski herurin hevur tikið seg fram í ávísum hersettum økjum og hevur tikið nakrar hundrað ferkilometrar av landaøki aftur frá russum.










