Ukrainska loftverjan sigur í morgun, at russar í nátt sendu 479 dronur og 20 rakettir eftir málum í Ukraina.
Á hinari síðuni, soleiðis sum vit eisini hava lisið um í morgun, sigur ukrainski herurin seg hava rakt tvey russisk flogfør og eina verksmiðju í Russlandi.
Ukrainska verjan sigur seg hava oyðilagt tvey russisk hernaðarflogfør á Savasleyka-flogvøllinum í Russland.
Ukraina sigur seg eisini hava rakt eina russiska elektronikverksmiðju, sum framleiðir navigatiónsútgerð til dronur, málstýrdar dronur og onnur hátøknilig vápn.
Bæði flogvøllurin og verksmiðjan, sum ukrainski herurin raktu í nátt, liggja langt inni í Russlandi - og langt úr ukrainska markinum.
Almennir russiskir miðlar siga í morgun, at russiska loftverjan í nátt skeyt niður 49 ukrainskar dronur.
Hetta veit norska kringvarpið NRK at siga í morgun.