Russar taka vanlukkuskip uppaftur

Ferðamannaskipið, sum sakk á russisku ánni Volga seinasta sunnudag, verður nú tikið uppaftur. Andrej Rodygin, sum stendur á odda fyri arbeiðinum, sigur við tíðindastovurnar, at skipið er fingið á rættkjøl, og at nú skulu tveir stórir kranar lyfta tað upp og toga tað til næstu havn.

Bjarrgingarlið hava verið niðri og tikið 114 lík úr skipinum, men 15 fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur, og tey eru helst í skipinum enn. Skipið, sum æt Bulgaria, hevði loyvi til at hava 140 ferðafólk, men sambært myndugleikunum vóru meiri enn 200 fólk umborð, tá vanlukkan hendi.

Vanlukkan á Volga hevur elvt til sera hvassorðaðar atfinningar at myndugleikunum, sum verða lagdir undir gáloysni, tá tað snýr seg um trygdina umborð á skipum og bátum, sum sigla á teimum russisku áunum. Dmitrij Medvedev, forseti, hevur lovað nýggjar trygdarreglur fyri skip og bátar, sum flyta ferðafólk eftir áunum.

Heilt óvæntað var Vladimir Putin, forsætisráðharri, við vanlukkustaðið í gjár, har hann legði blómur til minnis um tey, sum doyðu.