Hetta vísir eitt yvirlit yvir útlendska veiðu frá 1. januar og fram til 28. februar. Av teimum 18.500 tonsunum, ið veidd vórðu her, áttu ES-skip bert 318 tons. Nógv tann størsti parturin av veiðuni er framdur av russiskum skipum, sum eiga 16.200 tons av teimum íalt 18.500 tonsunum.
Tað er enn einaferð svartkjafturin, sum telur mest í yvirlitinum. Tí øll tann russiska veiðan í føroyskum sjóøki hevur nettupp verið svartkjaftur.
Annars hava tey fremmandu skipini veitt 94 tons av brosmu, 915 tons av longu og um 170 tons av ávikavist toski og hýsu.
Íalt hava ES-skipini verið 138 dagar í føroyskum sjóøki og onnur skip í 961 dagar.