Russararnir vóru ov stórur biti

Føroysku spælararnir iðra seg um, at liðavrikið í seinna hálvleiki ikki var so gott

Í kvøld varð punktum sett fyri tíðarskeiðnum hjá Sonna Larsen sum venjari hjá føroyska landsliðnum.

Dreymurin var, at tað skuldi eydnast at vinna ímóti russisku heimsstjørnunum, eftir at tað fríggjakvøldið eydnaðist at vinna tepran sigur ímóti Kekkia.

Hállin á Hálsi var fullsett, og tá ið fyrri hálvleikur var liðugur, var munurin eitt mál. Russland var frammanfyri 12-11.

Men í seinna hálvleiki bar tað ikki so væl til, sum tað gjørdi í seinna hálvleiki fríggjakvøldið, og russarar vunnu 28-23.

Russiska verjan var sera stinn. Tað riggaði ikki so væl við føroyskum langskotum, tí stóru menninir vóru so góðir í paradunum.

Føroysku spælararnir hanga eitt sindur við høvdinum, og tað sigur, at teir ætla sær meiri enn at tapa tepurt ímóti heimsstjørnunum. Í so ofta gjørdi føroyska liðið ov skjótt av í álopunum, og spælið var ikki nóg skilagott, so tað kundi bera til at vinna upplagdar møguleikar, og útvísingarnar vóru ov nógvar.

Stóra stjørnan á føroyska liðnum var aftur í kvøld Elias Ellefsen á Skipagøtu. At hann nú fer úr Føroyum og yvir til Svøríki at spæla um svenska meistaraheitið sigur, at føroyskur manshondbóltur er á heilt øðrum støði, enn hann var fyri heilt fáum árum síðani.­­­

https://www.in.fo/myndasavn/