Russiskar dronur lupu í nátt á havnina og á flutningskervið har suðuri í Odessa-regiónini.
Odessa er havnarbýur, sum liggur út til Svartahavið, og tað er guvernørurin í økinum, sum ber hesi tíðindi.
Tað er Reuters sum endurgevur.
Guvernørurin í regiónini, Oleh Kiper, skrivar á Telegram, at turrgoymslur og bingjur vórðu oyðiløgd í álopinum.
Sambært Oleh Kiper eru higartil ongar fráboðanir komnar um, at nakar hevur latið lív í russiska álopinum á Odessa.










