Verandi p-øki á Hálsi er vónleyst afturúrsiglt, tá tað kemur til byggi- nýtsluhátt og økisútnyttan.
Her eigur alt p-økið at vera tikið burtur, og eitt nýtt P-hús í 3-4 hæddum (ein undir jørð) at koma ístaðin.
Vinnubygningarnir runt um økið eiga somuleiðis eisini at fáa 1-2 hæddir omaná, har hvør vinnubygningur sær hevði egna innilokaða inngongubrúgv av aðru hædd í P-húsinum.
Vinnan ræður sjálv hvat nýggj fermetrarnir teirra í erva skulu brúkast til, hvørt teir verða til nýggj handils- umsitingarhøli, gistingarhús ella til íbúðir.
Í øllum føri eigur TK í fyrsta umfarið at føra hesa ætlan so mikið langt fram móti einum møuligum veruleika, har vinnan í økinum sær møguleikar, fyri síðani at taka yvir.
Bogi í Gil










