Russisk landgonguskip órógva í Eystursjónum

Mikunáttina sigldu trý russisk landgonguskip inn í Eystursjógvin. Svenski herurin fylgdi skipunum við jagaraflogførum, sum vórðu send út til uppgávuna.

 

Í kvøld høvdu vit grein á In.fo um, at Svøríki hevur sent bæði herfólk og akfør til svensku oynna Gotland í Eystursjónum, men svenska verjan hevur higartil ikki sagt nakað serligt um, hvat tað í veruleikanum er sum hendir.

 

Kortini váttar svenska verjan yvirfyri Aftonbladet, at fleiri hernaðarakfør í kvøld hava koyrt á svensku vegunum, men verjan hevur einki vilja sagt um, hvagar akførini fara.

 

Átaksleiðarin hjá svensku verjuni, Michael Claesson, hevur tó sagt eitt sindur við Sveriges Radio. Hann hevur víst á, at tað hevur týdning at vera sjónligur og at vísa seg.

 

- Eg haldi ikki, at hetta skal takast sum serliga dramatiskt, men meira sum ein tilpassing av okkara tiltøkum í samband við tað, sum hendir í heiminum.

 

Tíðindastovan NTB skrivar, at longu hósdagin sóust svenskir hermenn í gøtunum í Svøríki, og mikunáttina sigldu trý russisk landgonguskip inn í Eystursjógvin. Svenski herurin fylgdi skipunum við jagaraflogførum.

 

Átaksleiðarin, Michael Claesson, segði hósdagin, at hendingin við russisku landgonguskipunum hevur verið við til at ávirka støðuna, men tað er ein heildarmynd sum ger, at hermenn síggjast í gøtunum í Svøríki.

 

Michael Claesson heldur ikki, at støðan við russisku landgonguskipunum skal yvirdrívast. 

 

- Vit eru til steðar í fleiri pørtum av landinum og ikki bara á Gotlandi. Tað er greitt, at fólk koma at merkja, at meira verður at síggja til herfólk á Gotlandi enn vanligt, men vit hava góð viðurskifti við lokala fólkið á oynni, sigur átaksleiðarin hjá svensku verjuni.