Fólk standa uttan fyri avbyrdu italsku matstovuna Balzi Rossi í Moskva dagin eftir spreingingina. Russiska sendistovan í Italia skuldsetir Ukraina fyri at standa aftan fyri álopið, men Ukraina hevur enn ikki svarað skuldsetingunum. (Mynd: Tatyana Makeyeva/Ritzau Scanpix)

Russisk sendistova legg­ur Ukra­ina und­ir bumbu­spreing­ing í Moskva

Fimm fólk doyðu sambært russisku sendistovuni, tá ein spreinging rakti eina italska matstovu í Moskva um vikuskiftið.

Fólk standa uttan fyri avbyrdu italsku matstovuna Balzi Rossi í Moskva dagin eftir spreingingina. Russiska sendistovan í Italia skuldsetir Ukraina fyri at standa aftan fyri álopið, men Ukraina hevur enn ikki svarað skuldsetingunum. (Mynd: Tatyana Makeyeva/Ritzau Scanpix)

Russiska sendistovan í Italia skuldsetir nú Ukraina fyri at standa aftan fyri spreingingina, sum um vikuskiftið rakti italsku matstovuna Balzi Rossi í Moskva.

Tað skrivar sendistovan í eini almennari fráboðan.

Sambært russisku sendistovuni doyðu fimm fólk, og 19 vórðu særd í spreingingini.

Hetta er sambært tíðindastovuni dpa fyrsta almenna russiska skuldsetingin um, at Ukraina skal hava staðið aftan fyri álopið.

– Blóðugu yvirgangsarmarnir hjá yvirgangsbólkinum hjá Zelenskyj hava nú rakt italsku matstovuna Balzi Rossi í Moskva, skrivar russiska sendistovan.

Hon heldur eisini upp á, at endamálið var at ræða italsk starvsfólk, sum arbeiða í Russlandi.

Ukrainskir myndugleikar hava enn ikki svarað ákærunum.

Skuldsetingin kemur sama dag, sum bæði Russland og Ukraina hava skuldsett hvørt annað fyri nýggj álop.

Russiskir myndugleikar siga, at eitt ukrainskt dronuálop hevur kostað seks fólkum lívið – millum teirra trimum børnum – í frítíðarbýnum Arkhipo-Osipovka við Svartahavið. Minst 40 fólk vórðu særd.

Samstundis siga russiskir myndugleikar, at trý sivíl fólk doyðu í einum ukrainskum álopi á russiskt hersetta Krim.

Úr Ukraina verður hinvegin sagt, at trý fólk doyðu í einum russiskum álopi á eina bensinstøð í Dnipropetrovsk-landspartinum.