Russisk veiðitøl ikki álítandi

Russisku fiskivinnumyndugleikarnir hava upplýst, at russisk skip fiskaðu góð 95.000 tons av toski í Barentshavinum fyrra hálvár í ár. Tað eru góð 8.000 tons minni enn í sama tíðarskeiði í fjør, men norsku myndugleikarnir siga seg ivast í talinum.

Ein uppgerð hjá norska fiskivinnustýrinum vísir nevnliga, at russar fiskaðu umleið 140.000 tons av toski í Barentshavinum í fyrra hálvári, og tað er heili 47 prosent meiri, enn russar siga seg hava fiskað. Í norska reiðarafelagnum ivast tey ikki í, at tey norsku tølini eru meiri álítandi enn tey russisku.

-Russararnir hava ongantíð viðgingið, at teir fiska ov nógv, og upplýsingarnar um russiska fiskiskapin fyrra hálvár vísa bara, at tað gera teir framvegis ikki, sigur Reidar Nielsen í reiðarafelagnum við tíðindastovuna ANB.

Í fjør mettu norsku myndugleikarnir, at russar fiskaðu 101.000 tons meiri av toski, enn teir høvdu kvotu til, men teir rokna við, at talið verður nakað minni í ár.