Tað ger hann fyri at vera afturvaldur á tí vali, sum væntandi verður næsta ár, halda tær. Kvinnurnar eru giftar við hermonnum, sum eru sendir í kríggj í grannalandinum.
Í einum uppslag á boðtænastuni Telegram heita tær á Putin um at senda menninar heim.
– Vit tiga ikki fyrr enn menn okkara eru heima aftur í tryggleika (fyri ævir, tí vit eru ikki áhugaðar í útskifting), siga tær í brævinum, sum tær hava lagt í bólkin, sum eitur Vegurin Heim á Telegram.
/ritzau/dpa