Russiski herurin hevur nú eftirlitið við bygdini Orlivka

Ukrainski herurin sigur, at teirra herdeildir hava bart niður níggju russisk álop nærindis Orlivka.

Russiska verjumálaráðið veit í dag at siga, at russiskar herdeildir nú hava tikið bygdina, Orlivka.

 

Orlivka liggur í Donetsk-regiónini har eysturi í Ukraina.

 

Millum miðlarnar, sum bera hesi tíðindi í dag, er tíðindastovan Reuters.

 

Bygdin liggur minni enn 10 kilometrar frá býnum, Avdijivka, har ukrainski herurin herfyri tók seg aftur. 

 

Sagt hevur verið, at ukrainsku herdeildirnar vantaðu lóður í royndini at verja býin. 

 

Ukrainski herurin sigur, at teirra deildir hava bart niður níggju russisk álop nærindis Orlivka.