Russiski risin tapti

Valuev, sum fyrst og fremst er ræðandi stórur fyri mótstøðumenn sínar, hevði undan dystinum bert tapt ta einu ferðina, men hetta talið varð altso tvífaldað móti bretanum.

Nakran vakran dyst gjørdist talan sjáldan um, men Haye megnaði at dansa burtur frá longu ørmunum hjá Valuev øll 12 umførini, og við dómaraatkvøðunum 116-112, 116-112 og 114-114 er hann nú nýggjur WBA-heimsmeistari í tungvekt.