Í Russlandi hava tveir professarar fingið fongsulsrevsing fyri at hava latið kinesisku myndugleikunum viðkvæmar upplýsingar um eitt nýtt slag av langtberandi rakettum.
Russisku myndugleikarnir siga í einari fráboðan, at Jevgeny Afanasiev er dømdur 12,5 ára fongsul fyri landasvik, og at Svyatoslav Bobyshev hevur fingið 12 ára fongsul fyri at hava hjálpt honum.
Teir báðir menninir, ið starvast sum professarar við Voyenmekh Baltic State Technical University í St. Pætursborg, vórðu tiknir í mars í 2010 og seinni ákærdir fyri landasvik og njósning.
Hetta er annað njósnaramálið í Russlandi í ár. Í síðsta mánað fekk ein maður átta ára fongsul fyri at hava selt einari útlendskari fregnartænastu upplýsingar um tær somu rakettirnar. Ta ferðina varð ikki sagt, hvat land talan var um.