Eftir eina viku hevur sløkkiliðið fingið eftirlitið við einum russiskum oljureinsiverki í Tuapse, sum varð rakt í ukrainskum dronuálopi fyri viku síðan.
Tað siga russisku myndugleikarnir.
- Eldurin á Tuapse-terminalinum er undir eftirliti, og opni eldurin er sløktur. Arbeiðið at sløkkja eldin endaliga heldur fram, siga myndugleikarnir í russisku Krasnodar-regiónini.
Fyrr í hesi vikuni søgdu keldur, at oljureinsiverkið í Tuapse, sum útflytir meginpartin av sínari framleiðslu, hevði steðgað sínari framleiðslu eftir ukrainska dronuálopið hin 16. apríl.
Sambært russisku myndugleikunum lupu ukrainar aftur á oljureinsiverkið við dronum hin 20. apríl.
Myndugleikarnir í Krasnodar siga, at tað framhaldandi eru 276 sløkkiliðsfólk og 77 akfør við í arbeiðnum at sløkkja eld í Tuapse.
Í gjár søgdu mydugleikarnir í býnum, at luftin yvir økinum var roykeitrað og heitt varð á fólk um at hava vindeyguni aftur og halda seg innandura.










