Ukrainski herurin sigur í morgun, at Russland hevur brotið vápnahvíldaravtaluna 2299 ferðir síðan leygardagin.
Tað skrivar Reuters.
Á hinari síðuni siga tey í russiska verjumálaráðnum, at ukrainski herurin hevur brotið vápnahvíldina.
Sambært russiskum miðlum hava fleiri sivilfólk, har ímillum børn, fingið løstir í ukrainskum dronuálopi í russisku Kursk-regiónini.
Tað var klokkan 16 leygardagin, at londini lýstu eina 32-tímar langa vápnahvíld í krígnum .
Hetta var í samband við ortodoksu páskahátíðina í báðum londunum.











