Russland: Hetta er eitt nýtt kalt kríggj

Dmitrij Medvedev

Høgt standandi politikarar og embætisfólk úr øllum heiminum savnast í hesum døgum í týska býnum München, har ein altjóða ráðstevna um trygdarpolitikk verður hildin.


Sum ikki einaferð, so eydnaðist tað russum at vakja ans, tá hann russiski forsætisráðharrin, og fyrrverandi forsetin, Dmitrij Medvedev, flutti fram røðu á ráðstevnuni, og kom við nøkrum heldur ógvusligum uppáhaldum.


- Tað gongur nærum ikki ein dagur uttan at vit verða ákærd fyri at koma við nýggjum ræðuligum hóttanum móti øllum NATO, øllum Evropa, USA og øðrum londum, segði Medvedev.


Tað var tó hansara niðurstøða av spentu støðuni í heiminum, serliga í Sýria har Russland stuðlar sýrisku stjórnini, ið USA roynir at koppa, ið vakti ans. 


- Eg kann gera hetta púra klárt. Vit eru farin inn í eitt nýtt tíðarskeið við køldum kríggi, segði russiski forsætisráðharrin, og sipaði til gott 40 ára langa stríðið millum USA og Sovjetsamveldið í seinnu helvt á 20. øld.

Dmitrij Medvedev

Dmitrij Medvedev

Dmitrij Medvedev

Dmitrij Medvedev

Dmitrij Medvedev