- Russland hevur ikki fingið nakra almenna kunning um samrøðurnar í Genéve um eina friðarætlan fyri Ukraina.
Tað sigur Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov.
Hann vísir á, at Kreml vil ikki umrøða nakrar smálutir í miðlunum um eina møguliga friðarætlan.
Talsmaðurin leggur aftrat, at enn eru ongar ætlanir um fundir millum amerikansk og russisk samráðingarumboð.
Hetta veit tíðindastovan, NTB, at siga í dag.
Í gjár var nógv fundarvirksemi í Genéve um eina friðarætlan millum Ukraina og Russland, og her vóru samráðingarfólk úr bæði USA og Ukraina.











