Ukraina og USA gjørt nýggja friðarætlan

Ukraina og USA hava gjørt eina nýggja friðarætlan við 19 punktum fyri Ukraina.

Tað sigur varauttanríkisráðharrin í Ukraina, Sergiy Kyslytsya, við Financial Times.

Fráboðanin kemur, eftir at USA um vikuskiftið legði fram eina ætlan í 28 punktum um at enda kríggið. 

Kyslytsya luttók í samráðingum um ætlanina við evropeiskar leiðarar í Geneve um vikuskiftið.