Eyðstein: - Frítíðarkortið verður raðfest!

- Flest øll vita, at frítíðarkortið hevur verið eitt hjartamál, síðan eg stillaði upp til kommunuval á fyrsta sinni, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu

- Mangir eru leikirnir í longum talvi.

 

Soleiðis skrivar borgarstjórin í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariasen, á sínum Facebook-vanga í kvøld.

 

Hann vísir á, at vit skulu heilt aftur til mars í 2021, tá hann sum býráðslimur á fyrsta sinni setti ynskið fram um at fáa frítíðarkortið til politiska viðgerð.

 

- Tá atkvøtt hevur verið, hevur frítíðarkortið verið niðurstemmað, og tá fíggjarætlanin fyri Sunda kommunu áður hevur verið fyri, so hevur frítíðarkortið ikki verið raðfest.

 

Men, nú bragdaði.

 

- Flest øll vita, at frítíðarkortið hevur verið eitt hjartamál, síðan eg stillaði upp til kommunuval á fyrsta sinni, men tú gert einki einsamallur.

 

##med2##

 

Og borgarstjórin leggur aftrat á sínum Facebook-vanga í kvøld:

 

- Ein stór tøkk skal ljóða til allar býráðslimirnar, sum hava tikið undir við fíggjarætlanini fyri 2026. Fyri fyrstu ferð er ein játtan tøk til at seta frítíðarkortið í verk í Sunda kommunu.

 

Eyðstein Zachariasen sigur seg fegnast, samstundis sum hann sigur seg vóna, at frítíðarkortið verður til gagns fyri øll børn í kommununi.

 

- Málið er, at vit sum kommuna vilja ganga á odda innan eitt gott og trygt umhvørvi fyri ung at veksa upp í, leggur borgarstjórin aftrat.

 

 

Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu