Zelensky skal um­røða krit­isk viður­skifti í nýggj­ari friðar­ætlan við Trump

Ein karmur um frið er á rættari leið, sigur forsetin í Ukraina eftir vikuskiftissamráðingarnar í Geneve.

Volodymyr Zelensky, forseti í Ukraina, segði í dag, at í nýggjum karmum um frið í landinum eru fleiri av røttu tiltøkunum - men enn eru viðkvæm mál, sum skulu umrøðast við amerikanska forsetan, Donald Trump.

Tað segði hann, eftir at ein ukrainsk og amerikansk sendinevnd um vikuskiftið umrøddu eitt amerikanskt uppskot til friðarætlan við evropeiskar leiðarar í Sveis.

- Sum tað sær út nú eftir (samráðingarnar í, red.) Geneve, eru færri punkt - ikki longur 28 - og nógv av teimum røttu elementunum eru komin inn í hesar karmar, sigur Zelensky í síni dagligu videodagføring, sambært tíðindastovuni Reuters.

- Okkara toymi hevur longu í dag lagt nýggja uppskotið til ætlan fram, og hetta er veruliga rætta tilgongdin. Tey viðkvæmu málini, tey mest viðkvæmu punktini, fari eg at umrøða við Trump forseta, legði hann afturat.

Fráboðanin kemur eftir at USA um vikuskiftið legði Ukraina fram eina 28 punkta ætlan um at enda kríggið.

Í ætlanini vóru fleiri punkt, sum í fyrstani tykjast óviðkomandi fyri Ukraina. Millum teirra var, at landið skuldi lata alt Donbas-økið til Russlands og eitt lyfti um, at Ukraina ongantíð fór at gerast limur í NATO.

Hvítu Húsini søgdu í dag, at samráðingarnar í Sveis um vikuskiftið høvdu verið uppbyggjandi, og at tað bert vóru nøkur fá punkt, har tey vóru ósamd um.

Ætlanin er tó ikki um fund millum Trump og Zelensky hesa vikuna, upplýsa Hvítu Húsini sambært Reuters.

Hvítu Húsini vístu eisini aftur atfinningunum um, at Trump hevur stuðlað Russlandi í royndunum at enda kríggið í Ukraina.

- Hugsanin um, at USA ikki er javnt við báðar partar í hesum stríðnum fyri at fáa enda á tí, er ein fullkomin og total villleiðing, sigur Karoline Leavitt, tíðindaskrivari í Hvítu Húsunum, sambært tíðindastovuni AFP.

 

/Ritzau/

 

##med2##