Tað sigur tíðindastovan Bloomberg, sum út frá sínum egna miljarderindeksi metir, at ríkidømið hjá familjuni er fallið við stívligari milliard dollarum.
Millum annað er virðið á einum serligum kryptovaluta, einum sokallaðum memecoin, sum ber navnið á Trump forseta, fallið ein fjórðing síðani august.
Samstundis er partabrævið hjá soninum Eric Trump í einum kryptofelag hálvverað í virði, síðani tað var í hæddini.
Samanlagt er ríkidømið hjá Trump-familjuni minkað niður í 6,7 milliardir dollarar úr 7,7 milliardum dollarum síðani fyrst í september.
Tað svarar til eitt fall úr sløkum 50 milliardum krónum til góðar 43 milliardir krónur.
/Ritzau/











