Ein nýggj frágreiðing hjá landslæknaembætinum í Grønlandi vísir, at 926 fosturtøkur vóru skrásettar í Grønlandi í 2024.
Sermitsiaq, sum endurgevur úr frágreiðingini, skrivar, at 709 av hesum vórðu framdar við heilivági - og 217 vóru kirurgiskar, sum tað verður rópt.
Talið av fosturtøkum minkaði nakað í 2024 í mun til 2023, tá samlaða talið var 1034.
- Miðalaldurin fyri kvinnur, sum fingu fosturtøku í 2024, var 27 ár - hin yngsta var 13 ár og hin elsta var 46 ár, stendur í frágreiðingini hjá landslæknaembætinum.
Sermitsiaq skrivar, at skal fosturtøka fremjast í Grønlandi eftir 12. viku í viðgongutíðini, krevst loyvi, og í 2024 fingu 35 kvinnur í Grønlandi loyvi til fosturtøku eftir 12. viku.
- Hetta vóru sjey fleiri enn í 2023. Allar umsóknir í 2024 vórðu gingnar á møti, skrivar grønlendska heimasíðan vísandi til nýggju frágreiðingina hjá landslæknaembætinum.
##med2##












