Russland lopið á orkukervið í høvuðsstaðarøkinum

- Málið við álopunum hevur helst verið, at bústaðir, sjúkrahús, barnagarðar og skúlar skulu missa ljós og hita

Aftur í nátt hevur Russland lopið á mál í ukrainsku Kyiv-regiónini.

 

Orkumálaráðið í Ukraina veit at siga, at russisku álopini í nátt serliga hava verið vend mót orkukervinum í høvuðsstaðarøkinum.

 

- Málið hevur helst verið at elva fólkinum í Ukraina líðing við at syrgja fyri, at bústaðir, sjúkrahús, barnagarðar og skúlar skulu missa ljós og hita.

 

Hetta skrivar ukrainska orkumálaráðið á boðtænastuni Telegram í morgun.