Tíðliga í nátt vistu útlendskir miðlar at siga, at fleiri fólk vórðu særd í einum russiskum dronuálopi á ukrainsku Zaporizjzja-regiónina sunnukvøldið.
Tað er guvernørurin í ukrainsku regiónini, Ivan Fedorov, sum skrivar um russiska álopið á boðtænastuni, Telegram.
Hann sigur, at millum tey løstaðu í álopinum er ein 15 ára gamal drongur.
Fleiri íbúðarbygningar eru raktir í russiska álopinum, og eitt sjúkrahús fekk eisini skaðar, har eitt nú vindeygu vórðu blást út, veit Ivan Fedorov at siga.
Seinni í nátt visti tíðindastovan AFP at siga, at trý fólk eru dripin og fimm eru særd í einum dronuálopi á russiska høvuðsstaðin, Moskva.
- Álopið á Moskva kemur samstundis, sum Ukraina herðir álopini inni í Russlandi.
Guvernørurin í Moskva-regiónini, Andrej Vorobjov, sigur, at í bygdini Pionerskij í Istra, nærindis Moskva, vórðu trý fólk dripin og trý særd, tá ein drona varð skotin niður.
Og hetta skrivar russiski guvernørurin á Telegram.
Andrej Vorobjov leggur aftrat, at tvey onnur fólk eisini vórðu særd í einum øðrum parti av regiónini í ukrainskum álopum í nátt.











