Russisku herdeildirnar taka seg støðugt fram í Ukraina, og henda mánaðin hava deildirnar tikið í minsta lagi 478 ferkilometrar av ukrainskari jørð.
Tað sigur greiningarfyritøkan, Institute for the Study of War (ISW), í dag.
Sambært AFP-tíðindastovuni, sum hevur hugt eftir frágreiðingunum hjá ISW, skulu vit heilt aftur til mars 2022 fyri at síggja størri russiska framgongd á hermótinum í Ukraina.
Í august fingu russisku deildirnar eftirlitið við 477 nýggjum ferkilometrum har eysturin í Ukraina, og í september vóru russisku framtøkini uppaftur 459 ferkilometrar.
Men, hetta er ikki uttan kostnað fyri russisku deildirnar - tó, at hetta ikki sær út til at órógva Vladimir Putin, forseta.
Herfyri visti Institute for the Study of War (ISW) at siga, at russar higartil hava mist eini 600.000 herfólk í Ukraina , og tá er talan um bæði deyð og løstað.