Russland um at kringseta Bakhmut eftir stríð í mánaðir

Meðan Russland skjýtur harðliga eftir Bakhmut og økinum har á leið, heldur Ukraina fram við at verja býin

 

Ein ukrainskur manningarvongur koyrir her uttan fyri  Bakhmut í gjár. - Foto: Anatolii Stepanov/Ritzau Scanpix

Russland roynir eftir øllum at døma at forða síðstu leiðirnar til og úr býnum Bakhmut.

Kringsetti eysturukrainski býurin hevur verið miðdepil fyri ógvusligum stríði í fleiri mánaðir og tykist vera eitt týdningarmikið mál hjá Russlandi, sum roynir at vinna fyrsta stóra sigurin í umleið eitt hálvt ár.

Russiskir hermenn og leiguhermenn hava í gjár skotið eftir fleiri av leiðunum til býin.

Sambært leiðaranum í privata Wagner-bólkinum er býurin næstin kringsettur. Bara ein ruta er opin fyri ukrainar, sigur Wagner-leiðarin.

Tíðindastovan Reuters hevur eygleitt ógvusligar skotríðir móti fleiri vegum úr býnum vestureftir.

Ein brúgv í nærliggjandi býnum Khromove hevur eisini fingið skaða.

– Deildir hjá hernaðarliga Wagnerbólkinum hava so at siga kringsett Bakhmut, sigur Wagner-leiðarin Jevgenij Prigozjin.

Boðini frá honum síggjast í eini video, sum er upptikin á eini tekju í eini bygd umleið sjey kilometrar úr miðbýnum. Staðsetingina hevur Reuters staðfest úr upptøkunum.

– Tað er bara ein vegur eftir. Klípitongin er um at fáa fatur, sigur Wagner-leiðarin.

Samstundis eru ukrainskir hermenn við at umvæla skaðar á vegnum til vígvøllin.

Tað er tekin um, at Ukraina ikki hevur givið upp stríðið um býin enn. Vestureftir grevur Ukraina nýggjar skotgravir fyri at styrkja verjuna.

Volodymyr Nazarenko, sum hevur leiðandi støðu í ukrainsku tjóðarverjuni, sigur við ukrainska miðilin NV Radio, at støðan er »kritisk«.

Tey stríðast eftir øllum at døma alt samdøgrið.

– Tey hugsa ikki um, hvussu stór tapini eru, tá tey royna at taka býin við at leggja á hann. Uppgávan hjá okkara hermonnum er at syrgja fyri, at fíggindin líður so stór tað sum gjørligt. Hvør metur av ukrainskum landi kostar fíggindanum fleiri hundrað mannalív, sigur Nazarenko.

– Talið av russarum eru ov stórt til, at vit kunnu oyðileggja teir við tí lóðuri, vit hava, sigur hann.

/ritzau/Reuters

 

Ein ukrainskur manningarvongur koyrir her uttan fyri  Bakhmut í gjár. - Foto: Anatolii Stepanov/Ritzau Scanpix