Tað upplýsir russiska samferðslumálaráðið sambært Reuters.
Fráboðanin kemur eftir, at Ukraina seinastu dagarnar hevur framt fleiri dronuálop á russisk skip í Azovhavinum, sum liggur millum Ukraina, Russland og russiskt hersettu Krim-hálvoynna.
Russiska samferðslumálaráðið sigur, at øll neyðug trygdartiltøk verða sett í verk fyri at verja skipaferðsluna í økinum.
Samtíðis sigur russiska landbúnaðarmálaráðið, at álopini ikki fara at ávirka útflutningsførleikan hjá landinum ella matvørumarknaðin innanlands.
Sambært russiska uttanríkisráðnum eru tveir manningarlimir deyðir og 12 særdir í ukrainskum álopum á skip seinastu vikuna.
Ukrainski dronuleiðarin Robert Brovdi sigur hinvegin, at ukrainskar deildir týsdagin raktu 11 russisk skip – fimm tangaskip, fimm farmaskip og ein sleipibát.
Reuters skrivar, at tilsamans 116 russisk skip eru rakt í Azovhavinum seinastu níggju dagarnar.
Ein fjórðingur av russiska kornútflutninginum verður vanliga fluttur um hesa siglingarleið. Russland er heimsins størsti útflytari av hveiti og ein av størstu útflytarunum av sólblómuolju.











