Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
– Higartil hevur vesturheiminurin ikki víst seg at vera til reiðar ella sinnaðan fyri tiltøkum um frið, sigur Dmitrij Peskor, sum er talsmaður fyri russisku forsetaskrivstovuna, sambært ríkisfíggjaðu tíðindastovuni Tass.
Boðini koma, meðan nógvir heimsleiðarar eru saman á stórari trygdarráðstevnu í týska býnum München.
Har eru teir vorðnir meira harðmæltir í retorikkinum í mun til Russland og innrásina í Ukraina. Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, hevur millum annað sagt, at hon heldur, at russarar ætla at halda fram við offensivinum, um teir vinna Ukraina.
– Um Ukraina tapir, er vandi fyri, at alt Evropa og allur Vesturheimurin tapir.
– Eg eri ikki í iva. Eg trúgvi ikki, at Putin endar við Ukraina. So vil hann fara longur til tað næsta landið. Tað haldi eg, at tað er stórur vandi fyri, segði hon í gjár.
Russiska boðið upp á eina friðarliga loysn hevur millum annað við sær, at Ukraina og Vesturheimurin viðurkenna russisku hertøkuna av ukrainsku landspørtunum.
Russland hevur boðað frá, at landspartarnir Donets, Kherson, Luhansk og Zaporizjzja eru russiskir eftir at hava hildið fólkaatkvøðu. Tilsamans eru hesir landspartar 15 prosent av landaøkinum hjá Ukraina.
Vesturheimurin hevur fordømt fólkaatkvðuna.
Á trygdarráðstevnuni í München hevur Ukraina biðið um øktan hernaðarliga stuðul til átakið ímóti Russlandi. Tað er eisini tosað um møguligan stuðul við stríðsflogførum, sum Vesturheimurin annars hevur verið afturhaldandi við til nú.
Tað er skjótt eitt ár síðani, at russsiskar deildir gjørdu innrás í Ukraina tann 24. februar í fjør. Kríggið í Ukraina hevur útviklað seg til at vera størsta vápnaða stríð í Evropa síðani annan heimsbardaga.
/ritzau/