Russland sendir eina rakett upp á Mánan

- Í samband við uppskjótingina eru íbúgvar í einari bygd fluttir burtur, meðan uppskjótingin fer fram, veit Reuters at siga.

Russland sendir nú upp sína fyrstu rúmdarrakett til Mánan síðan 1976. Hetta er rúmdarsonda við navninum, Luna-25. 

 

Sambært russiska rúmdarfelagsskapinum, Roskosmos, er málið, at Russland verður fyrsta landið, sum fremur eina lending á suðurpólinum á Mánanum.

 

Reuters veit at siga, at Roskosmos vil vera við til at menna tøkni til eina "bleyta" lending á Mánanum, umfram at rúmdarfelagsskapurin vil leita eftir náttúruevnum á Mánanum.

 

Ferðin til Mánan fer væntandi at taka fimm dagar. Síðan fer rúmdarsondan at ferðast kring Mánan í 5-7 dagar, áðrenn hon ætlandi lendir.

 

Ætlanin er, at Luna-25 skal verða virkin í eitt ár.

 

Luna-25 verður skotin upp úr Vostotsjnyj, einar 5500 kilometrar eystanfyri russiska høvuðsstaðin, Moskva.

 

- Í samband við uppskjótingina eru íbúgvar í einari bygd, sum liggur nærindis, fluttir burtur, meðan uppskjótingin fer fram, veit Reuters at siga.