P/F Næraberg hevur ognað sær eitt nýtt skip. Talan er um nótaskipið Ruth, ið er keypt frá reiðarínum A/S Ruth, har føroyingurin Gullak Madsen er reiðari.
Tað er Norðlýsið, ið ber tíðindini í morgun. Við Norðlýsið sigur reiðarin í P/F Næraberg, Hanus Hansen, at avtalan varð undirskrivað mánadagin.
- Vit undirskrivaðu keypið í Hirtshals mánadagin. Skipið kemur ístaðin fyri Slættaberg, tekur 600 tons meir og gevur okkum betri møguleikar. Ætlanin er at fiska makrel, svartkjaft og sild umframt ídnaðarfisk í Norðsjónum, sigur Hanus Hansen, reiðari, við Norðlýsið.
Eftir ætlan verður skipið í Føroyum í næstu viku.
Reiðaríið Ruth A/S hevur frammanundan keypt eitt nýtt skip, ið skal avloysa Ruth. Sambært donskum miðlum verður skipið, HG 264 Ruth, tað størsta fiskiskipið í Danmark, tá tað verður handað reiðarínum í vár.

Ruth fingið nýggjan heimstað





