Rutt vann 30.000 í Gekkinum

Hon býtti stóra gekkavinningin sundur í trý

 

Men hon kom ikki á gekkin, sum hvør hevði 750.000 krónur, tí hon býtti stóra gekkavinningin upp á 2,2 milliónir krónur í trý.

Í fyrsta snarið kom Rutt Sørensen í Runavík á 30.000 krónur – tvey plás frá gekkinum, sum faldað við trý gav 90.000 krónur. Í øðrum snarið komin á 20.000, plássið beint við síðuna av gekkinum, sum faldað við tvey gav 40.000 krónur. Men hon valdi at fara víðari og endaði í triðja snarið aftur á 30.000 krónur, sum soleiðis gjørdist vinningurin í Gekkinum í kvøld.