Næsta summar tá ið dagarnir eru langir, og næturnar stuttar, verður skipað fyri einum slagi av stevnu á Tvøroyri við tónleiki, tiltøkum fyri børn, og ymist annað.
Tiltakið verður á parkeringsplássinum ímillum klubban og húsið hjá Føroya Tele og tað verður leygardagin 9. juli, at tað verður.
Og tað er eisini greitt, at høvuðsnavnið á tiltakinum verður kendi reggae bólkurin, Inner Circle, av Jamaika, sum kemur higar við fullari manning.
Teir spæla fleiri sangir, sum eru ofta at hoyra, eitt nú Bad Boys, Sweat - A LaLaLaLa Long og Rock with you.