Øðrvísi konsert í Syðrugøtu

Leygarkvøldið verður konsert í gamla bygninginum hjá Tøting í Syðrugøtu við Froðbiar Sóknar Blues Orkestur, Magnus á Stongum og Gypsy Train. Til ársins G! Festival var ætlanin, at suðuroyarbólkurin Froðbiar Sóknar Blues Orkestur skuldi framføra, men veðurlíkindini gjørdu, at bólkurin ongantíð kom á pall.

 

Nú ætlar tónleikasamtakið Grót at gera enn eina roynd, at fáa bólkin á pall í Syðrugøtu.

 

Bólkurin spælir kendan og minni kendan bluestónleik, sum hevur sín uppruna hjá stóru bluesmonnunum upp gjøgnum tíðirnar.

 

Helst kenna tey flestu Magnus á Stongum sum ein av høvuðsmonnunum aftanfyri vágabólkin Tinganest. Hesaferð verður hann tó einsamallur við guitarinum og síni eyðkendu rødd.

Magnus gav fyrr í ár út fløguna ?Loksins?.

 

Gypsy Train er navnið á nýstovnaðum bólki, ið er mannaður av unglingum úr tónleikaumhvørvinum. Spurdir, hvussu tónleikurin lættast kann bólkast, siga teir, at hann er ein blanding av sigoynaratónleiki og reinum rokki við íblástri frá ska og reggae.