Ryan Giggs kann enda í geglinum

Premier League: Fyrrverandi stjørnan hjá Manchester United er ákærdur, fyri at leggja á fyrrverandi unnustuna

Sigur tú Ryan Giggs, so munnu tey flestu hugsa um walisiska vinstra vongin hjá Manchester United, sum í tvey ára tíggju var á toppinum í altjóða fótbólti. Eftirtíðin hevur tó ikki verið blíð við nú fyrrverandi walisiska landsliðsvenjaran.

 

48 ára gamli Ryan Giggs er í hesum døgum í rættinum í Manchester, har hann er ákærdur fyri at harðligan atburð, tvang og fyri at hava avbyrgt og niðurgjørt fyrrverandi unnustuna. Hartil skal hann eisini hava verið harðligur við systur fyrrverandi unnustuna. Tað kann geva upp til fimm ár í geglinum, skrivar AP tíðindastovan.

 

Ryan Giggs sigur seg vera ósekan. Miðlarnir í Onglandi skriva, at rættarmálið væntast at vara í upp til tvær vikur. Helst verður talan um eitt rættarmál, har miðlarnir fara at fyglja væl við. Ryan Giggs er eitt kent navn, men hetta er ikki fyrstu ferð, at hann endaður á forsíðunum orsaka av sínum privatlívi.

 

Mest umtalaða søgan er, tá bretskir miðlar kundu avdúka, at Ryan Giggs og konan hjá beiggja honum hildu saman í frítíðini. Ryan Giggs gjørdi alt hann kundi, fyri at steðga fjølmiðlunum at skriva søguna, men í eini tíð við Twitter og sosialum miðlum eydnaðist tað ikki.

 

Ryan Giggs hevur eisini verið walisiskur landsliðsvenjari, men valdi fyri kortum at siga sessin frá sær, eftir at hava verið í orlov í eina tíð, orsaka av málinum, sum nú er eitt rættarmál. Sum spælari vann Ryan Giggs millum annað 13 meistaraheiti við Manchester United.