Rýmdi undan løgregluni - máttu fáa hund at leita

Ein hundur hjá løgregluni fekk seg royndan í Norðradali í nátt

Í nátt mátti løgreglan fáa ein av servandu hundunum hjá sær at leita eftir einum manni í Norðradali. Løgreglan sigur, at seint í nátt, klokkan 5.30, varð ringt til løgregluna úr einum húsum í Norðradali at boða frá, at okkurt óvanligt var á vási, tí fólk var uttanfyri.

 

Tá ið løgreglan kom á staðið síggja tey ein bil og tá ið tey steðga honum, varnast tey, at bilførarin er ikki edrúur. Men tá ið tey skuldu handtaka hann, gjørdi hann ikki mætari enn at taka til rýmingar og at halda til beins undan løgregluni, út í myrkrið.

 

Løgreglan sigur, at tískil sendu tey boð eftir einum av servandu hundunum hjá sær, og tað hilnaðist væl, tí tað gekk ikki ein hálvur tími, so hevði hundurin longu funnið mannin, har hann sat í bønum.

 

Maðurin varð síðani handtikin og blóðroynd er tikin av honum. Hann varð eisini settur í brummuna í nátt og løgreglan skal avhoyra hann aftur í morgun, áðrenn hann verður leyslatin.

 

Løgreglan sigur, at annars hevur verið friðarligt. Ein maður er kortini skuldsettur fyri harðskap fyri at hava sligið ein annan, hann kom til ilnar við, men løgreglan veit, hvør gerningsmaðurin er, so tað málið gongur sína gongd.