- Rýmdu aftaná báðar sangirnar

Konsertir eru best, um man kennir sangirnar. Tað halda ið hvussu so er fýra vinkonur, sum rýmdu, tá hittini hjá Twisted Sister vóru spæld.

Silja Hammer Matras, Kollafjørður, Rakul A. Hansen, Havn, Súsanna Sivertsen, Klaksvík, og Rannvá Gardar, Klaksvík, eru so at siga altíð á Summarfestivali.

- Eg havi verið á øllum Summarfestivalum uttan einum, sigur Silja.

- Tónleikurin spælir bara ein lítlan part av festivallívinum. Tað stuttligasta er at ganga og møta fólki, sum man kann práta við, sigur Rannvá.

Bólkarnir í ár hava verið á góðari leið. Fyri Súsonnu var danska popstjørnan í gjár nakað heilt serligt.

- Burhan G var ræðuliga góður. Hann syngur væl, og eg elski hansara sangir.

- Satt at siga kenni eg næstan onki til Burhan G, so eg helt ikki konsertina vera meira enn fínasta slag, sigur Rakul.

- Twisted Sister vóru eisini rímiligir. Vit kendu bara tveir sangir hjá teimum, og tá teir vóru spældir, fóru vit víðari, sigur Rannvá.

Vinkonurnar ætla at brúka restina av festivalinum upp á at lurta eftir onkrari konsert, men mest av øllum at hitta vinir og tosa við fólk.