Hóast TB-kvinnurnar vóru á heimavølli, vóru tær longu undan dystinum skerdar, tí Sólvá Dimon fær ikki spælt fyri skaða í økslini. Og tað gjørdist uppaftur torførari, tá enn ein landsliðsspælari, Katrin Petersen, í øðrum setti mátti fara av vøllinum við skaða í knænum.
Tí gjørdist tað kanska heldur lættari hjá SÍ at koma fyri seg aftur, eftir at liðið fyri viku síðani mátti lúta fyri Fleyr, og talan gjørdist eisini um ein 3-1 sigur til sørvágskvinnur, sum í veruleikanum ongantíð vóru veruliga hóttar.
– Tað hevði nógv at siga fyri okkum, at vit vunnu á TB, so vit aftur komu á slóðina. Ikki minst, tí vit komandi vikuskifti skulu spæla tveir dystir, staðfestir venjarin hjá SÍ, Ragnar í Haraldsstovu.
SÍ vann tey bæði fyrstu settini, men fór beinanvegin afturum í triðja setti, tá TB fyrst var á odda 7-1 og síðani 10-3. Hetta settið átti TB við húð og hár, og SÍ kom ongantíð tættari enn tvey stig. Tí var ein ávísur spenningur í luftini undan fjórða setti, um TB aftur fór at gera bart og noyða SÍ út í ein fimmsettara, ella um SÍ vann settið og dystin.
Tað seinna gjørdist beinanvegin meira sannlíkt, tá Karin Mikkelsen servaði SÍ eini seks stig framum, og gongdin helt fram alt settið at kalla. Men tá SÍ var komið framum 24-18 og bara skuldi vinna ein bólt aftrat, fór Bára Jacobsen aftur at serva fyri TB, og hon gjørdi ein ordans vørr, so TB kom heilt upp á 23 stig, áðrenn hon var so óheppin at serva í netið, so SÍ vann.
– Sjálvt um vit reistu okkum aftur og vunnu, er spælið ikki nóg gott hjá okkum í álopspartinum, har ov lítið bit er í. Vit taka væl ímóti, men fáa bara ov lítið burturúr, tá vit skulu hótta frammi við netið, sigur Ragnar í Haraldsstovu, sum tó fegnast um, at SÍ nú aftur er á oddasessinum – bara settmunin verri enn Mjølnir.