SÍ basti Mjølni

Kvinnurnar hjá SÍ skuldu brúka eitt sett, áðrenn tær vóru rættiliga klárar til nýggja kappingarári. Men eftir at tær høvdu tapt fyrsta sett ímóti Mjølni, var eingin ivi um úrslitið

SÍ-Mjølnir 3-1 (24-26, 25-15, 25-8, 25-16)


Ein dystur í fyrsta umfari í meistaradeildini hjá kvinnum var í fimleikahøllini í Sørvági leygardagin, har SÍ tók ímóti Mjølnir. Sjálvt um SÍ helst var favorittur undan dystinum, so var tað tó Mjølnir, sum byrjaði dystin betur.

Fyrsta settið var ógvuliga javnt, og liðini fylgdust at kalla allan vegin. Móti endanum dugdi Mjølnir tó betur at halda høvdið kalt, so tær vunnu fyrsta sett 26-24.

Hetta fekk tó SÍ at vakna, og nú vóru tær klárar. Í øðrum settið gekk aftur javnt á eina løtu, men so fór SÍ frá Mjølnir. Úrslitið gjørdist 25-15, og nú var SÍ komið í gongd. Í 3. setti var slett eingin ivi. Her førdi SÍ allan vegin, og at enda vunnu tær heili 25-8.

Nú skuldi Mjølnir vinna 4. sett, um tær skuldu hava møguleika at vinna dystin, men soleiðis bleiv ikki. Enn einaferð var SÍ væl sterkari, og hetta settið vunnu tær 25-16. Sostatt hevur SÍ fingið eina góða byrjan upp á nýggja kappingarárið.