Seint seinnapartin vann SÍ uppgerðina í næstbestu deildini í Gundadali millum B36 og SÍ. Úrslitið var 1-0.
Einsamalla málið skoraði Jens Erik Rasmussen í fyrsta minuttinum eftir hvíldina. Uppspælið var í høgru, og veteranurin smekkaði bóltin millum beinini á einum mótstøðumanni og í B36 málið.
Talan var um heldur linliga uppgerð, har tað ikki altíð var so samanhangandi fótbóltsspæl.
Úrslitið ber við sær, at B36 framvegis er væl aftast, meðan SÍ fekk luft í stríðnum fyri at sleppa undan tveimum teimum aftastu plássunum.