SÍ bukaðir á heimavølli

Flogbóltur, menn: Tað eru ikki allir sørvingar, sum eru so fegnir um at teir hava fingið landsstýrismann við fiskivinnumálum. Hann manglaði í dystinum móti Fram leygardagin og tí tapti SÍ ruddiliga 3-0

Fram var á vitjan í Sørvági leygardagin. Stutt vitjan og teir fingu tað við sær haðani, sum teir fóru eftir. Tvey stig og ein settmun upp á 3-0.

Ikki tí, spælið var einki at reypa av, men tað var tað heldur ikki hjá SÍ. Tað var, um møguligt, nógv verri. Tað var bert í fyrsta setti, at sørvingar so dánt megnaðu at fylgja við tá fingu teir 12 stig, men tað var ikki tí at teir sjálvir spældu so væl, men heldur tí at Fram spældi illa.

Í øðrum og triðja setti var nógv verri statt hjá sørvingum, sum í seinasta settinum bert fingu tvey stig. Tað er ov lítið í einum meistaradeildardysti og tað er eingin ivi um, at sørvingar eru skuffaðir av úrslitinum.

Tað gekk, sum sagt stak illa í hond hjá sørvingum leygardagin. Jón Nielsen, sum annars hevur roynst drúgvur í ár gjørdi ikki stórvegis um seg. Striltið gekk hjá honum at fáa glið á spælið og tá ein løta var farin misti hann púrasta tamarhaldið á sínum spæli. Keðiligt hjá sørvingum serliga tí at Jón Nielsen vanliga er sterkur í álopinum.

Men nú er hann kanska farin at merkja trýstið av at sørvingar fyri kortum fingu ein landsstýrismann. Jørgin Niclasen kundi við sínum royndum hjálpa ungu spælarunum á SÍ liðnum, men nú hann hevur tikið politikkin enn meira frammum, hevur hann ikki stundir at leika flogbólt longur. Tí skulu aðrir lyfta hansara byrðar á vøllinum og tað tekur tíð at venja seg til tað, serliga hjá so ungum spælarum.

Tað er tó at vóna, at teir megna at fóta sær, tí fyri mansflogbóltin í Vágum hevur tað stóran týdning, at teir halda seg uppi í meistaradeildini, eingin ivi um tað.

Fram hevði fingið sær »útlendskan« styrk við til Sørvágs leygardagin. Rúni Weihe og Heini Weihe, sum annars báðir hava verið uttanlands, vóru við móti sørvingum og eftir tí sum skilst, so verður Rúni við tað sum eftir er av árinum, meðan Heini bert fær nakrar fáar dystir áðrenn hann aftur fer av landinum.

At slíkir menn koma á liðið merkist væl og virðiliga. Rúni er ein av mest evnaríku leikarum vit eiga her heima og hann ger Fram-liðið betri. Heini er drúgvur á miðjuni og tað sást eftir lítlari løtu, tá hann hevði spælt seg heitan. Tað rungaði í høllini tá hann smekkaði bóltarnar í gólvið uttan at sørvingarnir høvdu nakran møguleika at forða fyri tí.

Vit frætta annars at tá Fram hevði fótað sær, gekk sum eftir ánni. Bæði kanturin og miðjan vóru sera væl við og fingu nógv burturúr. Men tá tað er sagt, so skal eisini havast í huga, at mótstøðan var meira so sum so.

Fram hevur nú nakrar fáar dagar at fyrireika seg til slagið um Havnina. Hósdagin spæla teir móti Fleyr í Gundadalshøllini og tað er eingin ivi um, at teir ætla sær tey stigini. Eins og í øðrum ítróttargreinum hevur tað týdning at vera besta lið í Havn og við tí manning teir hava í løtuni, so eru í hvussu so er útlit til ein sera spennandi dyst í Gundadalshøllini hóskvøldið. Fleyr vísti í pørtum av dystinum móti ÍF, at teir eru næstan heilt frammi í oddinum í føroyskum flogbólti.