Herfyri var eg inni á gólvinum hjá Mylnuni. Eg fór á vitjan fyri at keypa mjólk, men tá eg so kom yvir til mjólkina, sum neytini so fitt høvdu donerað til Føroya fólk, sá eg at prísurin var farin upp. Mjólkin kostaði nú 10,10 kr. Fyrst helt eg tað vera tápuligt at seta ein slíkan prís, men so á veg til kassan, fór eg at filosofera um hesa vælsignaðu kúnna, sum hevði verið mjólka-donor til gagn fyri meg, og tann ið hevði sett prísin upp. Eg keypti bert henda eina pakkan, og tí slapp eg við at gjalda 10 kr., av tí at 10,10 kr. verður rundað av til 10 kr. , MEN um onkur keypir tveir pakkar av neytadonatión, so fer prísurin upp á 20,20 kr. og runda vit tað, so verður upphæddin, ið skal gjaldast 20,25 kr., og t.v.s., at so hevur handilsmaðurin fortjent sær 25 oyru eyka. Her eru góð ráð ikki so dýr, tí fyri tey, ið føla seg snýttan fyri eitt 25 oyra, er ein loysn. Fyri at sleppast skal undan hesum eyka 25 oyrunum í »meirvirðisgjaldi«, tá ið mann skal keypa tveir ella fleiri pakkar av mjólk, so kann mann í staðin taka tveir (ella fleiri) pakkar við til diskin, men bert gjalda fyri ein í senn, og harvið spara eitt 25 oyra. So um onkur hevur hug til at spara eitt 25 oyra næstu ferð, ið ein fer handils at keypa mjólk, so kunnu tit brúka hendan »frymilin« og harvið kunnu tit snýta handilsmannin fyri eitt 25 oyra og ikki mótsatt.