Søgan sigur at tað verður ikki skrædl

Tá ið landsliðið, sum sammett við síðsta leygardag ivaleyst fer at hava nýtt fólk í tveimum plássum, hevur tapt stórt, hevur úrslitið í næstu royndini oftast roynst væl frægari

Longu klokkan fimm seinnapartin í dag skal landsliðið aftur í eldin. Og tað er vorðið sum avbjóðing, sum stendur fyri framman hjá monnunum, sum vórðu avbardir í Basel leygardagin. Úrslitini hjá Fraklandi hava ikki verið so ógvuliga sannførandi síðstu tíðina, men viðførið, sum fransmenn hava savnað sær seinastu árini er so mikið tungt, at teir á FIFA styrkislistanum framvegis eru á næstovasta plássinum. Tað er bara Brasilia, sum verður roknað at eiga eitt betri landslið enn tað, sum føroysku amatørarnir í kvøld skulu takast við, og tað sigur ikki so lítið. Føroyar hava ongantíð hitt eitt lið, sum hevur verið styrkismett so ovarlaga. Á styrkislistanum eru tað 135 pláss millum Frakland og Føroyar!
Ferðin hjá franska ferðalagnum var løgd til rættis, áðrenn Føroyar løgdu rygg til stórtapið í Sveis fyri fýra døgum síðani. Tí ber ikki til at siga, at fransmenn út frá úrslitinum leygardagin undirmeta okkara menn. Men tað er merkisvert, at teir ikki komu til landið fyrrenn á døgurða í gjár. Vanliga plaga mótstøðuliðini at koma higar tveir dagar undan dystardegnum, men tað hava fransmenn ikki mett vera neyðugt. Teir skulu venja á Tórsvølli seinnapartin týsdagin, í mikukvøldið ætla teir sær at fáa øll stigini, og so ætla teir sær at stinga av aftur.

Hagtølini
Føroyar taptu 6-0 leygardagin, og tapið kundi havt verið uppaftur størri, um sveisararnir høvdu lagt meiri fyri í 2. hálvleiki. Men tíbetur gjørdist talan ikki um metstórt tap.
Viðhvørt hava Føroyar tapt nógv. Síðsti djúpi dalurin var, tá ið Jugoslavia 6. juni í 2001 vann 6-0 í Gundadali. 7. oktober í 2000 vann Sveis 5-1 á heimavølli ímóti Føroyum, 4. juni í 1998 løgdu okkara rygg til 5-0 tap í Estlandi, og 6. oktober í 1996 vann Jugoslavia 8-1 á Toftum. Í 1995 taptu Føroyar 5-0 í Grikkalandi, og um vit fara uppaftur longri aftur, so eru eisini onnur stórtap. Eitt nú tríggjar ferðir 7-0: Rumenia vann sovornan sigur á heimavølli í 1992, Noreg vann vinardyst við somu tølum á Svangaskarði í 1993, og í 1991 vann Jugoslavia 7-0 í Beograd. Tað var ikki sørt, at gongdin ta ferðina minti nógv um hana, sum var at síggja leygardagin.
Spurningurin er so, hvussu tað hevur eydnast føroyska liðnum at reisa seg, eftir at tað áður hevur lagt rygg til stórtap. Fyrsta staðfestingin er, at tað ongantíð er komið fyri, at Føroyar í tveimum dystum á rað hava lagt rygg til tap í omanfyri nevnda klassanum. Føroyska liðið er væl øðrvísi nú, enn tað var fyrstu árini í altjóða høpi. Spælararnir hava væl fleiri royndir, og taktiska medvitið plagar at vera væl betri. Tí er lítil meining í at leita heilt langt aftur. Fleiri av teimum, sum vóru við, tá ið Jugoslavia í 1996 vann 8-1 á Svangaskarði, eru framvegis við. Ta ferðina var næsta avbjóðingin ímóti Slovakia á útivølli, og tá var úrslitið 3-0.
Eftri 5-0 lúsingin í Estlandi í 1998 var Bosnia á útivølli næst á skránni. Hetta kendist sum uppaftur størri avbjóðing, men tað endaði við teprum 1-0 tapi, og tað hevði einki forgjørt verið í tí, um Føroyar fingu stig til hús aftur við sær. Eftir 5-1 tapið í Sveis fyri fýra árum síðani var næsti dysturin ímóti Svøríki í innandura høll í Vaxjø, og tá var úrslitið málleysur javnleikur. 6. juni í 2001 vann Jugoslavia 6-0 á Tórsvølli. Tað var við piprandi hjartað, at tað tveir mánaðir seinni varð farið niður til Beograd. Tá vann heimaliðið 2-0.
Søguliga hagtølini siga altso, at Føroyar ikki tapa stórt í tveimum dystum á rað. So er at vóna, at føroyska liðið fer at liva upp til tað, sum plagar at vera.

Konseptið
Møguleikin hevur onkra ferðina verið nevndur, at liðið skal justera uppstillingina, soleiðis at tað vera tríggir og ikki bara tveir spælarar á sentrala miðvøllinum, og at tað á toppinum verður ein álopsspælari í staðin fyri tveir, sum tað hava verið tey bæði árini, Henrik Larsen hevur havt ábyrgdina. Hetta hevur verið mett sum betri máti at tippa fyri, tá ið stóru leyvurnar koma brølandi.
Um talan í hesi skipanini skal verða um nakra tyngd í álopspartinum, so er treytin, at teir báðir í borðunum eru heilt skjótir fram, tá ið liðið hevur fingið fatur á bóltinum.
Ivaleyst fer skipanin at verða roynd onkra ferðina, men tað verður neyvan talan um nakað eksperiment í kvøld. Tað ræður um at halda seg til tað kenda. Tá ið stórlið - eitt nú Týskland - hava vitjað her, hevur tað eydnast at hildið teimum frá málskjótingini í næstan 90 minuttir. Tá hevur kenda skipanin verið nýtt. Ballack hevði hangandi álopsleiklutin, sum tað leygardagin vóru so stórir trupulleikar at fáa bilbukt við, og ta ferðina eydnaðist tað væl at halda honum burturi frá at leggja snildu sendingarnar.
Ímóti Sveis eydnaðist hetta ikki væl. Har var speril í. Einki er at ivast í, at venjararnir og spælararnir væl og virðiliga hava hugt eftir og kannað, hvussu tað kundi bera til, at teir báðir fremstu álopsmenninir seks ferðir fingu høvi at skjóta mál, og at teir hvørja ferð vóru púra leysir og júst røttu megin rangstøðumarkið. Føroyska verjan plagar annars at vera ófør at seta væl eydnaðar rangstøðufellur. Men hesa ferð vóru tað onkrar avtalur, sum ikki hildu. Einki er at ivast í, at - so segði hon á sinni - feilurin er funnin, og at hann er tosaður upp á pláss. Spurningurin er, um tað fer at bera til at síggja hetta aftur á vøllinum.

Fólkið
Eftir so dyggan lúsing sum tann leygardagin, er einki lættari enn at krevja, at nógv fólk verður skift út. Tað sást væl í sjónvarpinum, at teir flestu spældu ikki upp til tað, sum teir hava førleika at vísa. Undantøkini vóru Jónhard Frederiksberg og Súni Olsen. Claus Bech Jørgensen er so mikið ókendur, at tað bar ikki til at sammeta avrikið hjá honum við nakað á landsliðnum frammanundan.
Eingin ivi er í, at útskiftinga fara at verða framdar. Talan verður neyvan um nakra kollvelting hesa ferð, men um avrikið ikki verður betri ímóti Fraklandi, enn tað var í Sveis, so verður trýstið frá beinkinum so mikið stórt, at uppaftur fleiri enn teir báðir, sum ivaleyst fara at koma á liðið í dag, og sum ikki vóru ímillum teir fyrstu ellivu í Sveis, fara at fáa møguleikan seinni í heyst.
Jákup Mikkelsen var ikki á vøllinum í Sveis. Seks mál fóru ígjøgnum hjá Jens Martini, sum ofta var útspældur. Tað er neyvan nakað at ivast í, at Jákup fer at fáa møguleikan í kvøld. Tað fara neyvan at verða framdar stórvegis broytingar í verjuni og á miðvøllinum, hóast Atli Danielsen tóktist væl upplagdur ta løtuna, hann var mitt á miðvøllinum í Sveis.
Rógvi Jacobsen var rættuliga ágangandi ta løtuna, hann var á vøllinum. Tí kann tað hugast, at hann fer at fáa møguleikan. So verður tað í álopinum, og so er spurningurin, um John Petersen fyri fyrstu ferð í heilt langa tíð skal sita á beinkinum frá fyrsta bríksli, og at ein annar og væl yngri skálamaður, sum ivaleyst í sínum dreingjaárum hevur havt John sum fyrimynd, skal fáa plássið undir liðini á Rógva Jacobsen. Um tað verður soleiðis, so fer liðið at síggja soleiðis út: Jákup Mikkelsen - Pól Thorsteinsson, Óli Johannesen, Jón Rói Jacobsen, Súni Olsen - Jákup á Borg, Julian Johnsson, Fróði Benjaminsen, Claus Bech Jørgensen - Jónhard Frederiksberg, Rógvi Jacobsen.
Uttan mun til hvørjir fara á vøllin og hvørjir skulu sita á beinkinum, so er at vóna, at áskoðararnir, sum fara at fjala hvønn einasta sess á Tórsvølli í dag, fara at lyfta føroyska liðið upp og fram. Tað treingja teir til, og tað hevur altjóða pinkulingurin uppiborið ímóti risanum við øllum stjørnunum á liðnum.