Søgan um hjúnini og bilin

Høgni Hoydal


Nú sambandshugað fólk kappast um at fortelja uppfunnar søgur í bløðunum til tess at renna undan ábyrgd, er kanska hóskiligt at siga eina aðra hugsaða søgu

Eini hjún høvdu verið ósamd um, hvønn bil tey skuldu keypa til felags nýtslu. Maðurin vildi taka eitt størri lán, fáa foreldrini hjá sær at gjalda ein part mánaðarliga, og síðani keypa ein stóran Mercedes. Men konan helt tað ikki vera neyðugt at seta seg í størri skuld ella at fáa verforeldrini at fíggja part av teirra húsarhaldi.

Konan vildi heldur hava ein minni, orkusparandi bil, ið tey sjálvi megnaðu at gjalda og halda. Úrslitið varð, at konan fekk sín vilja. Tey keyptu ein miðalstóran, japanskan bil. Tey spardu nógvan pening, og bilurin riggaði fínt uppá allar mátar. Og tey høvdu í nøkur ár gott fíggjarligt skil á húsarhaldinum og kundu enntá spara pening upp til verri tíðir.

Men tá ið ein tíð var fráliðin, fór maðurin undir at nýta alt meiri pening í gerandisdegnum. Hann setti pening í nøkur ótrygg partabrøv, keypti dýrastu eykaútgerð til bilin, nýtt innbúgv til húsini, og økti munandi um dagligu nýtsluna hjá sær. Konan mótmælti staðiliga, men brúkið hjá manninum fór langt upp um tað, ið húsarhaldið tjenti mánaðarliga. Tað gekk í nøkur ár, tí maðurin dúvaði uppá uppsparingina og teir pengar, tey høvdu spart við bilakeypinum. Síðani fór hann at taka lán og helt fram við somu nýtslu. Tá ið 6-7 ár vóru liðin, har maðurin helt fram við sínum avgerðum, kom húsarhaldið í stóra skuld, og konan vísti dagliga sína ónøgd.

Ein dagin – eftir eitt at hann og konan høvdu skeldast um støðuna – fór maðurin nakað upproyttur ein biltúr og krassjaði bilin. Hann fór í øðini heim til konuna og segði: Hetta er eisini alt tín skyld! Høvdu vit bara keypt tann størra bilin, so hevði eg ikki krassjað, og so hevði eg heldur ongantíð komið í hesa ólukku fíggjarstøðu. Og tað sama segði maðurin við løgregluna og tryggingina. Hetta var yvirhøvur ikki hansara ábyrgd. Konan kundi bara latið vera við at keypt handan bilin.

Og við bankan segði hann, at hann kundi ikki gera við fíggjarligu støðuna, tí tað var hatta ólukku bilakeypið, sum hevði gjørt, at hann ikki fekk stuðul frá foreldrunum, og at honum síðani hevði vantað pening til sína nýtslu. Og síðani brúkti maðurin eitthvørt høvi at føra hesa myndina fram, meðan hann gjørdist alt minni arbeiðsførur og fíggjarstøðan versnaði. Hann vildi onki broyta í sínum gerðum, og sum pengarnir minkaðu, segði hann við tey yngstu børnini, at tey noyddust at spara og vera tað mesta fyri uttan. Tá tey mutaðu ímóti, fingu tey greið boð frá pápanum: Tað er ikki mín skyld! Men tað er mamma tykkara, sum hevur skyldina, tí hon ikki vildi lata meg taka lán til tann størra bilin og lata foreldrini hjá mær gjalda ein part.

Maðurin var rætt og slætt blokkeraður...