Eitt grannabrak er í 1. deild í kvøld, tá Giza/Hoyvík tekur móti næstbesta liðnum hjá argjamonnum.
Giza/Hoyvík megnaði um vikuskiftið tað bragd, at vinna móti B68 í steypakappingini og eru sostatt klárir til fjórðingsfinalurnar, har felagið skal spæla móti einum øðrum av veikaru liðunum í Effo-deildini, Skála, á heimavølli.
Í 1. deild hevur tó gingið so sum so. Giza/Hoyvík vann fyrstu tveir dystirnar, men tapti síðani teir báðar næstu. Síðani vunnu teir ein og taptu so ein. Liðið liggur sostatt á sætta plássið við níggju stigum. Hjá AB gongur tó hvaðna verri, felagið liggur á áttanda plássið við fýra stigum.
- Mikukvøldið er aftur 1. deildarfótbóltur á skránni, tá vit taka ímóti AB II. Sigurin í steypakappingini ímóti B68 gav sjálvsálit, sum skal takast við í landskappingina, skrivar Giza/Hoyvík á Facebookvanga sínum.
Dysturin byrjaði klokkan 18.30 og sæst her.