Síggja og læra

Bretski fískimálaráðharrin, Ben Bradshaw, kom til Klaksvíkar við Brimli fríggjamorgunin. Hann vitjaði millum annað Kósavirkið og var til døgurða, har Klaksvíkar kommuna var vertur. Endamálið var at síggja skipanina í Føroyum og møguliga læra av henni, segði hann

Klaksvík:
Ben Bradshaw vitjaði í Klaksvík í nakrar tímar, áðrenn leiðin gekk aftur til Havnar við Brimli. Hann nýtti høvi at tosa við føroyska fiskimálaráðharran, Bjørn Kalsø, um føroysku fiskivinnuskipanina.
Ben Bradshaw segði, at hann hevði fingið nógv áhugavert at vita, men tó var ov tíðliga at siga nakað um, um hann fer at gera nýtslu av nýggju vitanini.
Vitjanin hjá honum í Føroyum er ein liður í einari rundferð, sum hann ger til fleiri partar av heiminum fyri at síggja, hvussu tær ymsu fiskivinnuskipaninar eru uppbygdar.
? Við at síggja, hvussu tær virka aðrastaðni, kann man møguliga taka eitt sindur frá hvørjum, tí eitt er givið, og tað er, at allar skipanir hava vansar eins væl og fyrimunir, segði Ben Bradshaw millum annað á stutta tíðindafundinum uttan fyri býráðshúsið fríggjadagin.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, segði, at bretski fiskimálaráðharrin serliga lat til at vera áhugaður í fiskidagaskipanini. Eisini var hann áhugaður í, hvussu bólkarnir verða gjørdir.
? Tað tók eina løtu, áðrenn hann fekk við, at vit hava skipabólkar. Men tá hann so skilti tað, tóktiskt hann sera áhugaður í tí eisini, greiddi Bjørn Kalsø frá.

Onga grind
Jákup Ziskason og hansara harkalið høvdu borðreitt eitt fiskaborð til bretsku gestirnar. Har var nógv ymiskt at fáa, millum annað grind og spik og turrur fiskur umframt nógv annað gott.
Bretski fiskimálaráðharrin vildi tó ikki royna grind ella spik, men hann lat væl at tí turra fiskinum.
? It didn´t appeal to me, svaraði hann, tá fjølmiðlarnir spurdu hann, hví hann ikki royndi grindina.
Hann segði, at bretska stjórnin er ímóti grindadrápi. Ikki bara tí drápini eru so barbarisk, men eisini tí at tað ikki letur til at vera nakar veruligur marknaður fyri tvøstinum.
? Men bretska stjórnin fer ikki at luttaka í einum boykotti móti føroyingum fyri tað. Vit gera bara okkara støðu til grindadráp púra greiða og vóna, at tit einaferð fara at broyta hugburð, segði Ben Bradshaw.
Bretski fiskimálaráðharrin fór úr aftur Føroyum leygarmorgunin. Hann helt ikki, at steðgurin í Føroyum var ov stuttur. Heldur øvugt, segði hann, var túrurin í Føroyum ein av teimum longru samanborið við aðrar líknandi ferðir hjá honum.