Undan 1/8 partsfinaludystinum í Champions League í gjárkvøldið hevði stóra stjørnan hjá Roma, Francesco Totti, sagt, at hann metti dystin á Old Trafford vera týdningarmiklari enn sjálv HM-finalan, hann var við at vinna í fjør.
Manchester United hevur ongan sitandi heimsmeistara á liðnum, men teir sóu eisini týdningin av dystinum. Kanska betur enn Francesto Totti og restin av Roma-liðnum, sum snøgt sagt var avhølvað á Old Trafford.
7-1 gjørdist endaliga úrslitið. Christiano Ronaldo og Michael Carrick gjørdu tvey mál hvør og Alan Smith, Wayne Rooney og Patrice Evra skutu hvør sítt. Einsamalla málið hjá italiumonnum gjørdi Daniele de Rossi.
Eyðmýkjandi stórtapið fyri onglendingum svíður í Rom og í fótbóltsitalia sum heild, men í allari neyðini kunnu Roma-fjepparar ugga seg við, at størsta italska tapið í evropeiskum fótbólti eigur Juventus, tá teir í 1958 taptu 7-0 móti Wiener í steypakappingini fyri meistaralið.
Chelsea basti Valencia
Manchester United var ikki einasta enska liðið, sum fór víðari til hálvfinalurnar í Champions League í gjárkvøldið. Á útivølli á Mestella Stadion basti Chelsea Valencia 2-1, eftir at teir vóru aftanfyri í steðginum.
Chelsea var betra liðið og hevði bóltin meiri allan fyrra hálvleik, men hetta legði Fernando Morientes líka í, tá hann legði Valencia á odda, tá ein hálvur tími var spældur.
Helst hevur Mourinho givið sínum monnum nøkur borgarlig orð í steðginum, tí bara sjey minuttir inn í seinna hálvleik hevði Chelsea javnað. Shevchenko var málskjúttin og Essin átti uppleggið.
Chelsea trýstið tað, teir vóru mentir, men Valencia-málverjin Santiago Canizares stórbjargaði fleiri ferðir. Sostatt sá tað út til, at liðini skuldu út í umdyst. Men í yvirtíðini eydnaðist tað Essien at fáa bóltin framvið Canizares og í málið.
Soleiðis gekk tað fyri seg, tá Chelsea sendi Valencia út í kuldan og saman við United fór víðari til hálvfinalurnar í Champions League.
Rein ensk hálvfinala
Í kvøld fæst so at vita, um tað verður ein rein ensk uppgerð í aðrari hálvfinaluni, tí Liverpool vann 3-0 á útivølli móti PSV og tekur ímóti hollendingunum á Anfield Road.
Hin dysturin í kvøld er ímillum AC Milan og Bayern Munchen. Har er framvegis alt opið, tí fyrri dysturin í Milan endaði við javnleiki 2-2.