Søgulig ferð við Jóhannu TG 326 til Íslands

Í ár eru 60 ár síðani seinna heimskríggj endaði, og føroyingar góvust at sigla við fiski í krígstíð. Í hesum sambandi hava nakrir menn aftanfyri sluppina Jóhannu tikið stig til eina ferð á somu leiðum, sum vanligt var at sigla undir krígnum. Ferðin er gjørd fyri at minnast søguna, leiklutin hjá føroyingum undir krígnum og at heiðra teir sjómenn, sum sigldu vandasjógv - bæði teir, sum komu undan við lívinum, familjurnar, sum lótu teir fara av stað og teir, sum fórust í hesi sigling

SLUPPFERÐ
Kristian Martin Petersen
Fuglafirði

Greinskrivarin teknaði seg sum ferðamann á hesi ferðini, tó bara yvir til Íslands, og verður her endurgivið eitt sindur av tí, vit upplivdu á túrinum yvir. Uttan at hava verið sjómaður havi eg eins og aðrir føroyingar tó hoyrt nógv um hesa vandasigling - og havandi í huga, at báðir abbarnir hjá mær sigldu í krígsárunum og nógvir av teimum, eg havi kent eisini sigldu, so var ikki av vegnum hjá mær at royna hesa leiðina at síggja ein lítlan part av tí landi og sigling, teir undanfarnu gjørdu fyri land og fólk okkara.
Á ferðini eru 15 mans. 6 av teimum eru vágbingar, sum manna sluppina. Ein av monn-unum er 85 ára gamli Sigurd Joensen úr Oyndarfirði, sum sigldi við fiski øll krígsárini. Ein annar eldri maður er skjótt 75 ára gamli Sigmund Hentze av Sandi, sum stóran part av sjólívinum var við og átti Poll, sum hoyrdi heima á Sandi. Meistarin er úr Vági og hjálparmaður hansara úr Klaksvík. Kokkurin er politisturin úr Gøtu og restin av manningini eru ferðafólk, sum hvør á sín hátt hevur havt áhuga í hesi ferðini.
Á ferðini vóru eisini 2 íslendingar, sum tóku myndir og film av øllum túrinum yvir, men teir fara ikki við til Aberdeen. Eftir ætlan vera teir tó í Vági, tá ið "Jóhanna" kemur hagar, tá ið hesin túrurin endar. Ætlanin hjá íslendingunum er at selja filmin til áhugaðar keyparar.
Hósdagur, 2. juni
Ferðin var løgd soleiðis til rættis, at siglast skuldi av Vági 2. juni stutt fyri miðnátt. Vit seks norðoyingarnir komu suður við Smyrli seint á kvøldi og skuldu beint umborð á sluppina í Vági. Fráferðin var nakað seinkað, tí fyrr um kvøldið var hol komið á útstoytsrørið í maskinrúminum og arbeiddu maskinmenninir við umvælingini. Siglt var kl. 02.00 fríggjanáttina. Tá høvdu allir reitt sær upp í koyggjuni. Teir yngru rættu teimum eldru eina hond við dýnunum. Ta einu løtuna vóru vit 4 mans um eina dýnu. Tó endaði hon á dúrkinum og vit stóðu eftir við betrekkinum, ein maður á hvørjum horni og hugdu upp á hvønn annan. Men allir fingu stúva sær koddan í koyggjuni, settu knæið móti skipssíðuni og spentu ryggin mótu koyggjulúkunum. So var at liggja sum best, tí hann var eystan í ættini og trongt í fjarðarmunnanum. Ferðin út av Vágsfirði tók 1 1/2 tíma. Síðani settu við mesanin og løgdu norðuryvir og fóru vesturum. Hildið var fram við Vágalandinum og so norður í Havið. Tað merktist, at skipið var komið út í rúman sjógv.
Fríggjadagur, 3. juni
Frískur vindur av eystri og landnyrðingi var alla náttina og fríggjadagin við. Fríggjamorgunin sóust oyggjarnar framvegis, hann var eystligur í ættini og tað rak uppí norðanfyri. Klyvarin og fokkan blivu sligin undir og fekk hetta skipið at vera róligari í sjónum, tó at skipið rullaði nóg mikið allan fríggjadagin. Á døgverðamáli hevði kokkurin fingið kókað nøkur epli og hitað okkum knettir. Kokkurin lovaði, at so leingi knetti lupu av fekst onki annað til matna. Knettini vardu samdøgnið út og væl tað. Seint seinnapartin makaði hann vindin, men um kvøldið var aftur frískur vindur. Vit høvdu góðan byr aftan tvørs og væntaði skiparin, at vit komu á Norðfjørðin kl. 18-19 leygarkvøldið.
Leygardagur, 4. juni
Gott var at sigla um náttina, og tá ið menn komu fram hendan morgunin var slætt í sjónum og sólskin, men bítandi kalt. Nýggjar og gamlar søgur blivu sagdar á lúkuni, og gott lag var um alt skipið.
Kokkurin limaði nøkur stykki av einum feskum krovi og fekk allar at gleða seg til døgverðan. Sýnið var gott hendan dagin, og tá ið íslendska lambstjógvið var etið aftur við eplum og góðari sós var lag á manni at sita á dekkinum og hvíla seg í góðveðrinum.
Eftir døgverða var land í eyg-sjón, Eysturlandið. Vit sóu kavakladdar tindar koma úr sjónum langt burturi. Nú vóru fleiri, sum kendu tindarnar og firðirnar ímillum teir. Vit sóu Breiðdalsvík, Fáskrúðsfjørðin, lítlu oynna Skrúður, Reyðarfjørðin, Seley, Eskifjørðin, Gerpir, sum er eystasti landoddi Íslands og komu um seks tíðina um kvøldið norður móti Barðsnesi ella Horninum, sum er ytsta punkt á syðra armi á Norðfjørðinum. Tá ið vit sigldu inn á Norðfjørðin sóu vit Dalatanga norðanfyri, sum eisini er ein veðurstøð. Her eru kendar leiðir og m.a. Sigmund Hentze av Sandi segði, at teir plagdu at fiska á Glettinganesgrunni norðanfyri her, og tað hendi seg meira enn so, at teir um kvøldarnar fóru við Polli inn á firðirnar at keypa mjólk o.a. frá einum bónda, sum altíð var so sjela blíður við føroyingarnar. Eisini fiskaðu teir í Seyðisfjarðardjúpi, á Hornfláki, Gerpisgrunni, Skrúðsgrunni og mongum øðrum støðum, sum føroyingar kenna.
Sigurd Joensen úr Oyndarfirði mintist á gamlar dagar, tá ið hann var smyrjari, og teir keyptu fisk á Norðfjørðinum. Sigurd kendi eisini bæði firðir og tangar her um leiðir. Hugfarsligt var at sigla, hyggjandi inn á land og hugsa um tær løtur, sum nú bara eru minnir hjá gomlum monnum.
Skiparin gjørdi av, at vit skuldu leggja okkum á Mjóafjørðin, sum er fyrsti fjørður norðan fyri Norðfjørðin (Seyðisfjørður er beint norðanfyri Mjóafjørðin) at bíða eftir næsta degi, tí móttøka skuldi vera sunnumorgunin kl. 9, og var tá væntandi, at smábátafylgi fór at koma ímóti okkum. Fokkan og klyvarin blivu tikin niður og skipið varð lagt stilt í fjarðarmunnanum at bíða. Men á hesum firðinum var onki samband við fartelefonina, sum nýggja tíðin krevur, og var tí farið suður um aftur og inn á Norðfjarðarmunnan at bíða - har var eisini gott samband við telefonina, so ringjast kundi og avtalur gerast um næsta dagin. Nú var nærum stilt umborð, maskinan í tómgongd og frammi í lugarinum trivu íslendingarnir og føroyingarnir í kendar, gamlar íslendskar vísur. Orð sum brøðratjóð og gamlir frændir vóru á lofti og onki var óført, tá ið samdandið millum Ísland og Føroyar umráddi.
Hendan náttin gjørdist avbera friðarlig. Ein frálíkur svøvnur fyri allar, sum ikki vóru á vakt. Skipið livdi so passaliga róligt í sjónum og skjótt vóru allar lúkurnar drignar fyri. Teir, sum seinast komu í tyngd hoyrdu søtan tónleik frá skvatlinum uttanborða og rítingini innanborða. Alt kom í harmoni og ikki vardi leingi fyrr enn øll ljóð hvurvu og náttin gekk, uttan at nakar visti av.
Sunnudagur, 5. juni
Tíðliga var gjørt klárt at sigla inn. Fokkan og klyvarin vóru aftur sett og maskinan bar okkum inneftir. Skjótt sóust smábátar nærkast okkum innanífrá. Eitt føroyskt 4-mannafar, bygt í Kaldbak, og eitt seks-mannafar komu stimandi úteftir. Fleiri íslendskir útróðrar- og stuttleikabátar komu aftaná. Í alt eini 12-14 bátar fylgdu okkum inn eftir Norðfjørðinum og inn at bryggjuni í Neskaupstaði, sum í dag hevur eini 1500 íbúgvar.
Á bryggjuni var væl av fólki komið saman, tá ið vit um 9-tíðina løgdu at gomlu træbrúnni. Borgarstjórin heilsaði upp á manningina og beyð skipara við manning til ein góðan døgverða eftir guðstænastuna, sum skuldi vera kl. 11.00.
Áðrenn farið varð í kirkju buðu Norðfirningar okkum øllum at koma niðan í svimjihylin at fáa heita brúsu at fara undir. Nú var lag á manni, tí umstøðurnar umborð vóru ikki tær bestu undir túrinum, og als ikki tann seinasta teinin, tá ið greitt var, at vatnið var gingið undan.
Nývaskað fór manningin í kirkju. 5. juni var sjómannadagur í Íslandi, og var nógv gjørt burturúr, bæði í býnum og í kirkjuni. Eitt íslendskt kór sang í kirkjuni, skiparin á Jóhannu fekk eina heilsan til skipið við eini rammu, har á skriftin er ein íslendsk sjómansbøn. Skiparin takkaði fyri og føroyska manningin stóð uppi har frammi við altarið og sang føroyska sálmin "Slættasti sjógvur og brættastu bylgjur". Eftir guðstænastuna var góður døgverði á hotellinum í býnum, har borgarstjórin við kommununi var vertur. Høvi var at bera fram heilsanir, og nýtti skiparin á Jóhannu her høvi at bera eina heilsu til íslendsku vertirnar og alla íslendsku bróðurtjóðina. Skiparin handaði eina bókagávu til borgarstjóran og onnur umboð fyri býin.
Borgarstjórin handaði síðani eina vakra gávu úr prýddum gróti sum eina heilsu til "Jóhannu" og føroyingarnar allar, sum sigldu vandasjógv við íslendskum fiski. Á steinunum var áskrift við heilsu og farleiðin úr Vági til Norðfjarðar og síðani til Aberdeen var høgd í grótið. Skiparin takkaði hjartaliga fyri gávuna.
Beint eftir døgverðan var farin omanaftur á bryggjuna, har Sjómannadagurin var hildin. Sjómannadagurin er einaferð um árið í Íslandi, og tá koma øll íslendsku skipini inn at liggja um vikuskiftið. Dagarnir eru sannir hátíðsdagar á landi, og vanligt er at gera ymiskt burturúr degnum í ymisku býunum. Hendan dagin nýta eisini fleiri høvi at heiðra gamlar sjómenn fyri teirra starv á sjónum, og fekk føroyski ferðavinur okkara, Sigurd Joensen úr Oyndarfirði, eitt heiðursmerki fyri sítt verk á sjónum í vandasigling. Ein gamal skipari úr býnum fekk eisini eitt heiðursmerki fyri sítt starv og at enda fekk skiparin á Jóhannu, Hans Jacob Joensen, handað eitt vakurt steyp við áskrift um serstaka tøkk fyri gott samstarv landanna millum og fyri tann leiklutin, sum "Jóhanna" hevur havt í samskiftinum millum londini bæði. Av sonnum ein stórur dagur fyri skiparan, "Jóhannu" og manning hennara.
Á bryggjuni sýndi bjargingarfelagið eisini, hvussu fólk kunnu stjórast millum skip og land. 2 trossar vóru spentir millum pierin á gomlu træbrúnni og inn á land. Síðani dystaðust 2 lið um, hvør skjótast var at stjóra fólk ímillum. Eisini kvinnurnar royndi seg og komu niður í ísakalda sjógvin. Tað góða handalagið gjørdi, at tað tók ikki meira enn eitt eygablikk at fáa fólk ímillum pierin og landið, hóast frá støðan mundi vera einar 40 metrar. Eisini var kappróður á fjørðinum millum nakrar skipsmanningar. Sjómannadagurin er ein hendingaríkur dagur, at líkna við eina góða bygdastevnu her heima hjá okkum.
Um kvøldið var aftur veitsla fyri manningini á "Jóhannu". Tá var greinskrivarin farin til Reykjavíkar, tí heimferðin til Føroya skuldi vera við flogfari longu á miðdegi dagin eftir.
Ein frálíkur túrur við "Jóhannu" til Íslands var at enda komin og takki eg skipara og ferðafeløgum fyri avbera góðar dagar umborð og ynski eg "Jóhannu" við manning Guds signing yvir á framhaldandi túrinum.
????????
Á ferðini vóru
1.Hans J. Joensen, skipari, Vágur, 1955
2.Bjarni Brattaberg, stýrimaður, Vágur, 1948
3.Jógvan Krosslág, 2. stýrimaður, Vágur, 1941
4.Heri Simonsen, Nes, Vágur, meistari, 1955
5.Petur J. Højsted, 2. meistari, Klaksvík, 1934
6. Steintór Jasobsen, kokkur, Gøtu, 1954
7. Sigmund Hentze, Sandur, 1930
8. Sigurd Joensen, Oyndarfjørður, 1920
9. Jógvan Hentze, Gøtu, 1954
10. Jósvein Djurhuus, Vágur, 1934
11. Johan Toftum, Vágur, 1937
12. Knút Nolsø, Tvøroyri, 1930
13. Kristian Martin Petersen, Fuglafjørður, 1968
14. Hálvdan Theodorsson, Ísland, 1968
15. Fríðrikur Erlingsson, Ísland, 1962