Søgulig løta í Betesda

Mikukvøldið 5. oktober var krúndiamantbrúdleyp í Klaksvík. Tað er rættuliga sjáldan komið fyri, at sovorðin hátíðardagur hevur verið har norðuri. Veitslan varð hildin í Betesda, og tað er neyvan komið fyri áður, at 65 ára brúdleypsdagur hevur verið hildin undir tí lonini.

Tað vóru Astrid og Jógvan Gerðalíð, sum saman við familju og vinum feiraðu, at tey høvdu verið gift í 65 ár. Tey eru kend fólk í Klaksvík og aðra staðni eisini, og tey eru framvegis virkin og løtt upp á sporið, hóast hon er 87, og hann er 90! Tí var tað ikki so undarligt, at húsið var fult.
Teimum hevur báðum dámað væl at sungið. Tí var tað ikki so undarligt, at Betesdakórið sang. Yrktir sangir vórðu sungnir, og røður og heilsanir vórðu bornar fram. Sosialurin hugdi inn á gólvið, og tá varð henda myndin tikin.
Vit heilsa krúndiamantbrúðarparinum og takka fyri okkum.