Søguliga fær Katla eitt útbrot

Gosfjallið tætt við gosfjallið undir Eyjafjallajøkul, ið gýsur í løtuni, kann fara at gjósa eisini, meta serfrøðingar. Søguliga eru tey bæði fjøllini tríggjar ferðir farin at bróta út samstundis.

 

 

-Vit vita tað ikki. Tað er, tað vit kalla >>the million dollar question<<. Tað er samband undir jørðini millum bæði fjøllini, og tey hava tríggjar ferðir áður fylgst og havt útbrot samstundis, sigur gosfjallaserfrøðingurin, Henning Andersen.

 

Beint nú er einki virksemi í gosfjallinum, Katla. Søguliga hevur Katla gjóst tvær ferðir hvørja øld, men tað eru nú næstan 100 ár síðan, at fjallið fór at gjósa seinast. Tískil hevur gosfjall broytt sína gongd, og mann kann ikki vita, nær tað fer at gjósa næstu ferð.